Meg minnist

Søgur um Selatrað (3:4)
08-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. triðja sending

Á Selatrað eru nógv staðarnevnd, sum eru komin av fólkanøvnum, men ongin veit at siga nakað um hesi fólk. Men sagnir eru. Til dømis um norðmannin Tór, sum kom til ilnar við Harald Hárfagra í Noregi og flýddi til Føroya. Hann búsettist í Hósvík og hevði fólk fyri seg á Selatrað at siga frá ófriðaskipum. Eitt kent navn á Selatrað var tann skilagóði Ríki Jákup. Hann hevði tænt á Hoyvíks-garði og røktað bæði Hoyvíkshaga og Sundshaga. Flutti til Selatraðar í 1641, har hann giftist eini einkju, sum átti jørð. Men sum fráleið legði hann so nógv inn undir seg, at hann átti ikki minni enn 80 merkur í jørð, tá hann á eldri árum hevði keypt fleiri festi og nógva junkarajørð.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023