Meg minnist

Meg minnist: Jógvan Durhuus (1:4)
09-02-2014
Jógvan Arge hittir Jógvan Durhuus, fyrrverandi løgtingsmann, úr Vestmanna

Jógvan Durhuus sat á løgtingi í 24 ár og stjórnaði leingi postavgreiðsluni í Vestmanna. Hann er sonur Olaf Durhuus og Onnu Sofíu.f. Poulsen. Posturin kom í hennara barnaheim í 1923. Foreldrini Niels Chr. Poulsen úr Skopun og Kristianna úr Innistovu í Vestmanna stóðu fyri.

Olaf var sonur Onnu Mariu f. Jacobsen og skiparan og reiðaran Jógvan í Garðastovu, sum átti sluppina "Queen Victoria" og skonnartina "Magacienne." Eftirnavnið Durhuus er eftir einum húsum á Eiði, sum ein festari í Garðastovu var ættaður úr.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 2. sending
02-12-2018
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 1. sending
28-11-2018
Jógvan Arge tosar við Bárð Jákupsson um pápan og rithøvundin Heðin Brú. Seinna sending
19-11-2018
Jógvan Arge tosar við Bárð Jákupsson um pápan og rithøvundin Heðin Brú. Fyrra sending
11-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Fjórða sending.
04-11-2018
Jógvan Arge hittir Niels Nattestad um eina ættarferð til Noregs í summar.
04-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Triðja sending.
03-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Onnur sending
02-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Fyrsta sending.
01-11-2018
Jógvan Arge hittir Guðrun Gaard í Havn. Seinna sending.
28-10-2018
Jógvan Arge hittir Guðrun Gaard í Havn. Fyrra sending.
22-10-2018
Jógvan Arge hittir Svenning Reinert. Triðja og síðsta sending
14-10-2018