Meg minnist

Meg minnist: Tróndur Patursson (1:6)
20-04-2014
Jógvan Arge hittir listamannin Trónd Patursson í Kirkjubø

Tróndur Patursson fekk Mentanarvirðisløn Landsins árið 2013. Hann gekk á sínum fyrsta listarskeiði hjá so mætum monnum sum Ingálvi av Reyni, Janusi Kamban og Jack Kampmann longu í 1958. Tróndur varð borin í heim á Kirkjubøgarði sum tvíburi tilstundandi bóndans Páll. Hann vaks upp á søguliga bispasetrinum við bóndaarbeiði, báti, rossum og fuglaveiðu í Trøllhøvda. Tróndur hevur altíð verið drigin at náttúruni, í bønum og haganum, í bjargalendi og á sjónum. Honum dámdi at skoða brim í Kirkjubø og úti á Bø og droymdi um at ferðast um høv sum fuglurin.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Einar Larsen á Tvøroyri
04-10-2020
Jógvan Arge hittir Einar Larsen á Tvøroyri
27-09-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. Sætti og seinasti partur
08-08-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. Fimti partur
01-08-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. 4. sending
25-07-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. 3. sending
18-07-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. Annar partur
11-07-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. Fyrsti partur
04-07-2020
Jógvan Arge hittir Hera Nolsøe í Havn. Fjórða og seinasta sending
07-06-2020
Jógvan Arge hittir Hera Nolsøe í Havn. Triðja sending
31-05-2020
Jógvan Arge hittir Hera Nolsøe í Havn. Onnur sending
24-05-2020
Jógvan Arge hittir Hera Nolsøe í Havn. Fyrsta sending
17-05-2020