Meg minnist

Meg minnist: Tórbjørn Joensen (1:3)
26-05-2019
Jógvan Arge hittir Tórbjørn Joensen í Kollafirði. Fyrsta sending

83 ára gamli Tórbjørn Joensen í Kollafirði hevur altíð verið á sjónum. Hann byrjaði um 1950 sum messudrongur á Baki hjá Jákupi á Trøðni. Síðani á sild við Norðlýsinum og í 1954 ein túr eystanfyri við Stella Argus.

Tvey ár var Tórbjørn við íslendska Goðanesi, sum fiskaði væl. Tórbjørn var heima, tá Goðanes sigldi á Flesjarnar, og var við í bjargingini.

Hann fekk kjans við nýbygda Gerpir, sum kom á Føroyar 14 dagar eftir vanlukkuna. Við honum var Torbjørn eisini í tvey ár, til hann fór við trolaranum Ísborg av Ísafirði. Í 1959 hitti hann Dóru av Akuroyri, sum hann giftist við.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023