Meg minnist

Meg minnist: Egil Hoydal (1:2)
20-10-2019
Jógvan Arge hittir læraran Egil Hoydal úr Havn, sum hevur luttikið í menningarætlanum í fleiri londum

Egil Hoydal varð føddur í Danmark í 1939. Hann er sonur Marie Louise f. Falk Rønne og Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann kom fyrstu ferð til Føroya í august 1945 við "Aarhuus", sum føroyingar í Danmark leigaðu.

Hann minnist brot úr krígstíðini í Danmark og sera spennandi túrin heim. Húskið búði trý í Klaksvík og fýra ár í Hoyvík, áðrenn farið varð til Suðuramerika, har Karsten stóð fyri eini FAO-verkætlan.

Í 1955 fóru dreingirnir á Sorø og systirin til Sands. Egil tók læraraprógv, og var fyrst í 70unum í Saudi Arabia, har húskið búði hjá uttanríkisráðharra Feisal kongs.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023