Enska heitið "crooners" verður brúkt um sangarar, sum syngja við fjálgari, mjúkari rødd. Hetta er ein tónlistagrein innan jazz og popptónleik, sum fekk gjøgnumbrot í 1920'unum, tá elektriska mikrofonin varð tikin í brúk.
Onkur vil kanska vera við, at krunarar bert eru ávísir sangarar frá einum ávísum tíðarskeiði, men hugtakið fevnir nógv breiðari enn so.