Í fjórða parti av minnissending um Waylon Jennings eftir verður greitt frá hansara lívi frá 1979 til 1984. Vit hoyra um, tá ið Waylon og Jessi fáa ein son og um umstøður, tá ið hann fær kelinavnið “Skotmaður”.
Vit hoyra um, at Waylon kemur í fíggjarliga trongstøðu við sínum virki og má søkja sær hjálp fyri at rudda upp og byrja aftur av nýggjum. Vit hoyra um, tá ið Waylon gevur Jessi tann søguliga “Kúgvamussin” á pálli á einari konsert í London. Waylon byrjar at fáa trupuleika við hjartanum og tekur avgerð um at fara í sjálvbodna avrúsing í einum einbýli yviri í Arizona.