Sí myndirnar: Ungdómstingið

32 skúlanæmingar úr øllum landinum løgdu fyrrapartin 13 uppskot til samtyktar fram fyri løgtinginum. 

Tey 32, 25 gentur og sjey dreingir, høvdu saman við floksfeløgunum skrivað uppskotini.  

Jógvan á Lakjuni greiðir her frá endamálinum við ungdómstinginum. 

Jogvan_a_Lakjuni_logtingsformadur

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setir áttanda ungdómstingið. Uppskotini, sum fevna um farsóttarlóg, samferðslu, rúsdrekka, skúlaviðurskifti v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.

Eva Maria Magnussen úr Vágs skúla fer upp á løgtingsinsrøðarapall at leggja fram uppskotið til samtyktar um at gera tað lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur á mánasjúkuvørum. 

Luttakandi flokkarnir umboða Eysturskúlan, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan á Giljanesi, Tvøroyrar skúla og Vágs skúla.

Endamálið við Ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, og at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. 

Tað er ein spennandi løta hjá teimum ungu at sleppa at sita í løgtinginum í tveir dagar. 

 Málið við ungdómstinginum er eisini at vísa Naomi og hinum næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði. 

Eftir framløgurnar av uppskotunum, vórðu tey beind í nevnd. Nevndararbeiðið hevur verið seinnapartin. 

Luttakararnir í ungdómstinginum upplivdu veruliga, hvussu tað er at sita í løgtinginum, tí framløgurnar og annað vóru, sum tær plaga í løgtinginum. 

Kristina Berg úr Hoyvíkar skúla leggur uppskotið hjá hennara flokki fram, ið snúði seg um, at broyta løgtingslógina um fólkaskúlan, soleiðis at privatbúskap verður lærugrein í 9. flokki. 

19 uppskot vórðu send inn til ungdómstingið, og 13 av teimum sluppu við. 

Einki at siga til, at tey ungu vóru eitt sindur fjálturstungin, tá tey skuldu upp á røðarapallin. Jógva á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar, at fleiri av teimum ungu kunnu blíva løgtingslimir, tá tey blíva vaksin. 

Bjørk Hentze Niclasen leggur fram uppskot til samtyktar um at yvirtaka landslæknaembætið og farsóttarlógina.

Er kopiera