Sí myndirnar: Uni Rasmussen landsstýrismaður

Á samkomu í Tinganesi seinnapartin tilnevndi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Una Rasmussen nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum eftir Jørgen Niclasen.

Uni Rasmussen verður eisini varaløgmaður.

Uni Rasmussen, sum býr í Norðragøtu, var valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 2019. Hann fekk 465 persónligar atkvøður, og gjørdist nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Uni Rasmussen hevur verið formaður í Trivnaðarnevndini og formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.

Hoyr samrøðubrot við Una Rasmussen:

 

1511026

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera