Sí myndirnar: Fyrstu flóttafólkini lend í Føroyum

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Klokkan 14.09 setti flogfarið hjá Atlantsflogi seg  í Vágum, og umborð vóru Nadja og Alexandr Shvets, sum eru fyrstu flóttarfólkini úr Ukraina, ið eru flýggjað til Føroya undan krígnum. 

Lítla Gunn var og tók ímóti ommuni og abbanum, sum hesa ferð hava verið noydd at flýggja úr heimlandinum Ukraina og til Føroya. Saman við Gunn var omman úr Rituvík, ið hon er uppkallað eftir. 

Tvær ferðir Gunn, Helgi Olsen og Yulia Shvets Jensen klár at geva Nadju og Alexandr Shvets eina hjartaliga móttøku til Føroya. 

Løtan, tá tað gongur upp fyri Nadju Shvets, at hon veruliga er sloppin til Føroya undan krígnum í Ukraina. 

Gleði lýsir út av eygunum hjá lítlu Gunn, tá hon endiliga sleppur at klemma ommuna og abba, ið eru flýdd úr Ukraina. 

Tað var ein rørandi løta, tá ommudótturin og omman loksins kundu hálsfevnast í tryggum umstøðum á Vága floghavn. 

Tað hevur staðið nógv á familjuni Shvets seinastu dagarnar, men nú eru tey øll savnað í Rituvík. Her hálsfevnast Maria Shvets Olsen og dótturin Yulia Shvets Jensen. 

Gunn L. Olsen, ið er mamma Ken og vermamma Mariu, og Nadja Shvets hálsfevnast. 

70 ára gamli Alexandr Shvets og konan 65 ára gamla Nadja Shvets ferðaðust fyrst í 20 tímar við bussi úr heimbýnum Kirovagrad og til Lviv, og máttu síðani standa í 12 tímar í kø, fyri at sleppa sleppa um pólska-markið. 

Helgi Olsen, pápi Ken og verpápi Mariu, gevur Nadju eitt hjartaligt klemm. Síðsta tíðin í Ukraina hevur verið sera ekkafull fyri Nadju og mannin, Alexandr, tí russisk flogfør bumbaðu ein flogvøll, ið lá 12 kilometrar uttan fyri heimbý teirra, Kirovagrad. 

Alexandr og Nadja Shvets hava vitjað í Føroyum áður, og dámar væl her, tað er trygt. Men tað er við blandaðum kenslum, at tey vóru noydd at flýggja úr heimlandinum og nú eru at rokna sum flóttafólk í Føroyum.

Tað er ein stórur lætti fyri Mariu Shvets Olsen, at hon nú hevur fingið foreldrini út úr krígsherjaða Ukraina og heim til Føroya og Rituvíkar. 

Tað stóð nógv á foreldrunum hjá Mariu, tá tey skuldu um markið til Póllands, tí tey máttu standa 12 tímar í kø úti í øllum kuldanum uttan møguleika at seta seg niður. Mamman var um at geva skarvin yvir og fara úr longu køini, men pápin fekk stuðlað henni so mikið væl, at hon kláraði tað. 

Maria og Ken Olsen á veg úr Terminalinum á flogvøllinum og til Rituvíkar eftir langa túrin til Póllands eftir foreldrunum og verforeldrunum. 

Maria og Ken Olsen hava sjálvi fíggjað alla ferðina, fyri at hjálpa foreldrunum hjá Mariu undan russiska áganginum móti Ukraina og ukrainska fólkinum. 

Ein mynd sigur meira enn túsund orð, verður sagt. Lítla Gunn millum ommuna og abba úr Ukraina, sum nú koma at búgva hjá henni í Rituvík. Innfararloyvini hjá teimum siga 90 dagar, men óivst er, hvussu leingið kríggið í Ukraina fer at vara. 

Er kopiera