- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Níggju flóttafólk komin til Føroya
Ferð eftir ferð hava vit hoyrt løgmann sagt, at Føroyar skulu hjálpa fólki á staðnum, og ikki taka flóttafólk til landið.
Men í dag bleiv tann politikkurin endaliga broyttur, tá níggju flóttafólk úr Ukraina, ið ikki høvdu nakað beinleiðis tilknýtið til Føroya áðrenn, komu til landið.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Talan er um eitt par við einum barni, eina mamma við einum barni, eitt par og so tvær stakar kvinnur. Børnini eru tvær gentur, sum er 7 og 11 ár. Øll tey sjey vaksnu fólkini eru í tredivinunum.
Mari Ann Ellendersen, sjúrkasystir, ið er sjálvboðin, var og tók ímóti og samskipaði átakið at hýsa teimum níggju flóttafólkunum fyri Reyða Kross Føroya.
Tær støku kvinnurnar fara at búgva í Havn, meðan hini sjey flóttafólkini fóru seinnapartin við Smyrli til Tvøroyrar, har tey skulu búleikast næstu tíðina.
Brosini siga søguna um tann lættan, ið tað má vera, at vera sloppin úr ræðuleikunum í Ukraina. Tey níggju flóttafólkini koma úr Kharkiv og øðrum býum, sum eru í økjum, sum eru hart raktir av russisku innrásini. Øll hava tey foreldur og systkin, sum enn eru í Ukraina. Summir familjulimir kríggjast beinleiðis móti russum.
Flóttafólkini koma til Føroyar umvegis pólska uttanríkismálaráðið, sum Mortan Vang og tey, ið standa fyri átakinum, hava samskift við.
Tey níggju flóttafólkini vóru rólig, men eru merkt av støðuni. Tey eru í fyrstu atløgu í Føroyum sum ferðafólk inntil flóttafólkalóggávan er komin .
Øll tey vaksnu flóttafólkini eru í bestu árum, og eru glað fyri at vera sloppin til Føroya, men handan varðisliga brosið búgva eisini óttin og stúranin um heimlandið Ukraina og fólkið, har býr.
11 ára gamla Sofia Sonja er komin til Føroya saman við mammuni, Ludmilla. 23 ára gamli beiggi Sofiu Sonju er eftir í Kharkiv, tí menn millum 18 og 60 ár ikki sleppa at flýggja úr landinum. Teir skulu hjálpa til at verja landið.
Sjálvboðin frá Reyða Krossi Føroyar, Mari Ann og Pætur, tóku ímóti flóttafólkunum og vissaðu tey um, at føroyska hjálpin er trygg. Tey syrgu eisini fyri, at flóttafólkini komu upp á pláss.
35 ára gamli Andri, sum er úr Lviv, var av tilvild staddur í Póllandi í arbeiðsørindum, tá Russland leyp á Ukraina. Tí er hann sloppin undan krígnum saman við konuni og dóttrini, hóast allir menn millum 18 og 60 ár ikki sleppa at flýggja úr landinum. Tey trý skulu nú búgva í Suðuroy í nærmastu framtíð.
Nógv er at seta seg inn í hjá flóttafólkunum, nú tey skulu royna at fáa sær eina tilveru í Føroyum næstu tíðina, og Reyði Krossur Føroyar hevði syrgt fyri, at fólk stóðu fyri teimum. Flóttafólkini vita ikki, hvussu leingið kríggið fer at vara.
Johan Dahl, løgtingslimur, er ein av stigtakarunum til hjálparátakið saman við vinmanninum Mortan Vang. "Vit eru menniskju, og tey hava brúk fyri hjálp. Vit eru so mikið væl fyri her í Føroyum, so vit kunnu ikki bara standa og hyggja at," sigur Johan Dahl. Hann er fegin um stóra stuðulin, sum átakið hevur fingið, tí Atlantsflog hevur goldið fyri ferðaseðlarnar hjá flóttafólkunum, Niels Mortensen, ið eigur SMS, hevur játtað at lata teimum mat, og fólk á Tvøroyri hava veruliga traðka til, fyri at gera klárt til at taka ímóti teimum sjey flóttafólkunum, sum skulu búgva har.
|