- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast enn um nýggjan sáttmála
Samráðast enn um nýggjan sáttmála
Sáttmálin millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini eru longdur til á midnátt í kvøld
03.05.2022 - 12:15
Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya arbeiðarafelag og arbeiðarafeløgini í Havn og í Klaksvík, samráðast enn um nýggjan sáttmála.
Sáttmálarnir eru longdir til á midnátt í kvøld. Samráðst verður á Hotel Føroyum
Teir vóru galdandi til 1.mai.
Sáttmálakrøvini vóru latin hálvan mars, og fyrsti samráðingarfundur var 7.apríl.
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur 40 sáttmálar við 20 fakfeløg.
Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya arbeiðsgevarafelag.
Bjarni Árting Rubeksen var á Hotel Føroyum fyrrapartin og tók myndir frá samráðingunum.
|