Sí myndirnar: G! tjaldingin læt upp

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Hýrurin var í hæddini, tá ung í dag aftur sluppu á festival fyri fyrstu ferð í tvey ár. 

Stormurin týsnáttina fór við pørtum av girðingini kring tjaldingarøkið, og tískil máttu sjálvboðin út aftur í dag at seta girðingina uppaftur. 

Ein G!-tjaldingarrisi er fallin, nú víðagitni Skopunhagen-tjaldlegan ikki var at síggja á G! í ár. Men har ein risi er fallin, reisist ein annar, tí nýggja, stóra tjaldlegan á G!.-tjaldingarøkinum eitur Kluftum. 

Í samfull tvey ár hava ung og onnur bíðað eftir at sleppa aftur á G! festival, og í dag vóru hurðarnar endiliga aftur latnar upp aftur á víðan vegg til serliga G!-gandaheimin. 

Kluftum eru ungir menn av Oyri, Oyrabakka og Norðskála, og teir hava gjørt nógv burturúr. Her er tað Rói Dam, ið syrgir fyri, at menn í fyrstu atløgu ikki ganga tystir. 

Áðrenn teir sluppu inn at seta Kluftum-tjaldleguna upp, so skuldu teir hava nakrar øl- og ciderbong. 

"Tað eru tvey ár síðani seinast, so mann er komin ordiliga út av venjing við at ganga á festival. Vit vóru í dýrastu neyð um, hvat vit skuldu taka við okkum," staðfesti ein spent Rannvá Olsen úr Runavík læandi, tá hon sat í bíðirøðini at sleppa inn á tjaldingarøkið á G!. 

So er um at gera seg klára, so mann stendur væl fyri, tá dyrnar til tjaldingarøkið verða latnar upp. 

Men líka eina ølbong fyrst.  

Niðurteljingin til, at dyrnar til G!-tjaldingarøkið verða latnar upp, er byrjað. 

3-2-1-nú! Tá dyrnar til tjaldingarøkið fara upp, er G! festivalurin av álvara byrjaður. 

Tað ráddi um at finna tey bestu plássini til tjøldini. 

Fyri nógv ung er G! eins við tjaldingarøkið. "Í 2019 vóru vit næstan bara her á tjaldingarøkinum og ballaðust og hoyrdu lítið og einki av tónleikinum," viðgekk Mary Joensen av Toftum. 

Aftur í ár høvdu tey ungu tikið alskyns lutir við sær fyri at fjálga um tjaldlegurnar hjá sær. 

Gleðin lýsir úr ungu fólkunum, meðan tey renna um kapp fyri at tryggja sær tey bestu plássini á G!-tjaldingarøkinum.  

"Herfrá og hertil," staðfesta ungu kvinnurnar, so hava tær ognað sær eitt gott økið at seta tjøldini á. 

Fyri nógv var tað fyrstu ferð, at tey skuldu seta eitt tjald upp, og tað var ein avbjóðing í fríska lotinum, skráa lendinum, og so av tí sannroynd, at eingin babba var at heita á. 

Summi høvdu betri tak á tjøldunum enn onnur. 

Fríska lotið hótti við at fara avstað við tjalddúkunum, so tað ráddi um at tryggja tjøldini beinanvegin. 

Tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum, tá eitt tjald skal setast upp. Raðfylgjan, ið tingini verða gjørd eftir, er altíð avgerandi. 

Tjøldini eru rættiliga ymisk, so ofta ber ikki til at spyrja onnur um ráð, hvussu tú setir títt tjald upp. Har er eingin vegur uttan um brúkaravegleiðingina. 

So er spurningurin, hvat hendan stongin skal brúkast til? 

Tað ráddi um at halda fast í tjalddúkinum, so hann ikki fór at flog, áðrenn tjaldið var ordiliga fest í lendið. 

Ná, men eg leggi meg bara á tjaldið, so tað ikki fer á flog, meðan tit finna út av, hvussu vit fáa tjaldið sett upp, tykist vera loysnin her. 

So byrjar av álvara at líkjast hjá Báru Brandsdóttur og hinum hoyvíksgentunum, sum høvdu eitt stórt seksmanstjald at baksast við. 

Ætlanin er nokk, at pumpan til luftmadrassuna, skal venda upp og niður, meðan pumpað verður. Men hendan øðrvísi rógvi-loysnin tóktist eisini at rigga fínt. 

Nógv høvdu tikið sofur og borð við heimanífrá fyri at gera tjaldleguna hugnaligari, so nógv bleiv borið og knossað. 

Sofa og plattaborðið eru komin upp á pláss, og tað byrjar av álvara at líkjast. 

Enn ein sofa verður sleipað inn á tjaldingarøkið hjá G!

Og so kanska tað mest umráðandi av øllum. Uttan mun til, hvat annars hendir á einum festival og tjaldingarøki, so mást tú ongantíð mangla drykkjuvørur. 

Kluftum-harkaliðið. 

Er kopiera