Sí myndirnar: Ein samgonga í eygsjón

Tað verður enn tosað yvirskipað um møguleikan at skipa eina samgongu, men veruleikin er helst, at veruligu samráðingarnar um eina nýggja samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn eru byrjaðar. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Skulu Føroyar halda fram í høgru síðu ella snara inn á miðjuna? Tað er ein av høvuðsspurningunum, nú Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn royna at semjast um at skipa samgongu. 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari, á veg á fund við umboð fyri Sambandsflokkin og Framsókn klokkan 10 fyrrapartin. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, gjørdi beint eftir valið greitt, at hon vildi hava eina uppgerð við blokkpolitikkin í Føroyum. Tað merkir, at hon vil hava eina samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, heldur enn Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. 

Umráðandi við eitt sindur av kaffi at stimbra seg við frá morgunstundini, nú samráðingarnar um nýggja samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn taka dik á seg.

Sambandsflokkurin kom heldur óvæntað - og kanska eitt sindur inn frá síðuni - í eina lyklastøðu í samráðingunum um eina nýggja samgongu. 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður, hevur allar orsøkir til at brosa. Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd á løgtingsvalinum, men hóast tað, sær flokkurin út til at sleppa inn aftur í politiska hitan. 

Kaffi smakkaði eisini Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum væl í morgun. Helgi Abrahamsen, ið bleiv koyrdur frá sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, fekk klórað seg inn um løgtingsgáttina til valið. Men í dag sat hann aftur til háborðs í samráðingunum um eina nýggja samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. 

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn hevði eisini tørv á einum kaffimunni, áðrenn hann sessaðist til samráðingarborðið saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. 

Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, er her og har og allastaðni. Í dag sat hann við samráðingarborðið í leiklutinum sum skrivari.

Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum verður spádd at fáa landsstýrissess í einum komandi landsstýri. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur buktina og báðar endarnar í samráðingunum. Tað er heldur ikki skeivt at siga, at hon eisini hevur koyrilin í samráðingunum, tí tað er í stóran mun Ruth Vang, ið avger, hvør sleppur upp í samgonguna, og hvønn veg leiðin gongur. 

Næstformaðurin í Javnaðarflokkinum, Djóni Nolsøe Joensen, í djúpum tonkum. Djóni Nolsøe Joensen endaði nummar trý á Javnaðarlistanum til valið, og tað eru mong, ið eisini spáa honum ein landsstýrissess í einum komandi landsstýri. 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari,sigur, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn hava tosað um 13 yvirskipað mál í samráðingunum, og tað eru bara tvey ella trý eftir í buktini. 

Eitt av málunum, sum liggur í buktini, er sosialpolitikkurin. Tað er ein sannroynd, at Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, meðan bæði Sambandsflokkurin og Framsókn eru borgarligir flokkar, ásannar Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari. 

Allir flokkar skulu kenna seg aftur í samgonguskjalinum, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, og avdúkar harvið, at samráðingarar í roynd og veru eru komnar rættiliga væl áleiðis. 

Tað er ein heimastýrissamgonga, ið liggur á borðinum, har tað eisini ber til at seta eina felags búskapar- og skattapolitiska kós út í kortið, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari. 

 

Er kopiera