Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elians Sonur - ein útvarpspentalogi
Elians Sonur - ein útvarpspentalogi
Í nýggjari poddvarpsrøð hittir Høgni Mohr Ragnar Winther Eliansson (f. 1993). Hann tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni
08.05.2024 - 01:00
Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnar Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið, kvalifiseraðar meiningar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Paraphrase kallast annar partur av sendirøðini, Elians Sonur. Evnisliga bendir samrøðan við Ragnar Eliansson móti transenderandi ósamanhangi. Ragnar tosar um kríggj, krúnukrím og politikarar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Triði partur av Elians Syni ber heitið, Katrin býr á strondini. Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
I can't stop Ioving you! Verðin er bara samansett av fólkum, ið ikki hava gjørt av við seg. Íðan, hví loypa vit so ikki bara útav? Tí frælsi, kærleiki, vakurleiki, vón og skærur skaldskapur skumpa lívið upp í ómissandi ljós - hóast skuggin fylgir við. Hetta er evni í fjórða og næstseinasta parti av Elians Syni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fimta og seinasta part við Ragnari Elianssyni eru vit á bilverkstaðnum, Carro, oman fyri Sørvág. Brennimotorar og Rikard Long sameinast til ævigt gonguverk av vísdómi. "Ver hjá mær," syngja Stongum og Guttesen at enda. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
|