Í myndum: Lagnunnar sonur á SF 2024

Kristian Joensen, eisini kendur sum Bingo Kristian, hevur verið fastur fúsur sum vertur í Tjaldinum á Summarfestivalinum. Tað er hann aftur í ár, og klokkan 20 í gjárkvøldið presenteraði hann Son of Fortune. 

Son of Fortune er Benjamin Petersen, ið er gittarúrmælingur. Hann kann fáa ein gittara at syngja sum ein eingil og larma so fantastiskt, at tú skuldi trúð, at Jimmy Hendrix var risin upp aftur. 

Nakrir av okkara bestu og fremstu tónleikarum spæla við Son of Fortune, eitt nu Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum. 

Son of Fortune er klárur við einari nýggjari plátu, "Dust". Plátan kallast "Dust", tí hon innihaldsliga og tónlistarliga ljóðar støvut, sigur Benjamin Petersen. 

Til konsertina á Summarfestivalinum, so hevði Benjamin Petersen ikki spart upp á nakað, men eisini fingið tangentmeistaran mikla, Kim Hansen, at spæla við sær. 

Son of Fortune spælir gittarrokk, sum hann blandar við eitt sindur av blues og folk. 

The Grand Old Man í føroyskum tónleiki á bassinum, Jóhannus á Rógvu Joensen. 

 

 

Er kopiera