
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjørnurnar, sum luttaka í Hoydalar, eru í sera góðum hondum. MC Restorff verður móttikin av Karen Kristionnu Hildardóttir Gram og Jonnu Fritsdóttir Mortensen.
Stjørnurnar eru tónlistarliga í góðum hondum hjá Kim Hansen, kapellmeistara, og hansara fólkum.
Hóast Hoydalar verða upptiknar beinleiðis, so reaktiónirnar hjá stjørnunum og spírunum eru so ektaðar sum tilber. Men allir sangirnir verða upptiknir tvær ferðir, fyri at fáa fleiri vinklar og upptøkur at klippa við. Her gjøgnum gongur Maria Winther Olsen, framleiðari, mannagongdina fyri MC Restorff.
Per Zachariassen, framleiðari og mennari av Hoydalar-hugskotinum, stýrir upptøkunum við sera kønum hondum.
Hóast Hoydalar er ein stór sjónvarpsframleiðsla í føroyskum høpi, so er tað ein lítil framleiðsla fyri Per Zachariassen, ið framleiddi Eurovision Song Contest í Keypmannavn í 2014. Øll hava fleiri hattar á í framleiðsluni, so her noyðist Per sjálvur at eyðmerkja upptøkuna, meðan spírin Emma heldur skeltinum.
Hoydalar er ein stjónvarpssending, so tað ræður um at síggja so gott út sum yvirhøvur gjørligt á upptøkunum.
Tað er heitt at vera í brennideplinum frá øllum ljósunum í Auluni í Hoydølum.
Í hesi løtu er eingin glotti fyri framman, tí tað er langur vegur eftir, til upptøkurnar eru í kassanum.
Yngskti spírin, 14 ára gamli Bjarki, hevur bæði lívið og summarið frammanfyri sær. Hann tulkaði "Summar" við orðum eftir MC Restorff og lagið eftir Regin Guttesen.
Upptøkurnar í Hoydalar eru langdrignar, og tað ger tað lættari hjá spírunum, at tey trívast so væl saman. Her er Filip í holt við at siga Emmu eina stuttliga søgu.
Soleiðis sær pallsetingin av Hoydølum út handan leiktjaldið. Nógv skal ganga upp í eina hægri eind, so tað ræður um, at alt riggar, tí tað ber ikki til at fara afturum aftur og gera okkurt umaftur.
Kapellmeistari Kim í káta horninum.
Bjarki hugtók við sínari útgávu av "Summar".
Meistarans hond gevur sítt samtykki til tulkingina av "Summar" hjá Bjarka.
Filip festi av álvara lív í Hoydalar við sínari frálíku tulking av "Ein glotti fyri framman" við teksti eftir MC Restoff og lagið eftir Regin Guttesen vð dansi og øllum tí, ið sømir seg ein góða framførslu.
MC Restorff verður heilt saligur av sera vøkru tulkingini hjá Emmu av "Kvøða til pinkubarnið".
Hjartaliga og vakra tulkingin hjá Emmu av "Kvøða til pinkubarnið" var kanska hennara besta framførslan í Hoydalar-røðini.
Meistarans hond gevur enn einaferð sítt samtykki.
Djarvastu tulkingina í fjórða parti av Hoydalar hevði uttan iva Sophilia, ið tulkaði risahittið "Føroyingar" hjá MC Restorff. Sophilia hevði sína heils serligu snaring av sanginum til síðst, tá hon rappaði eitt vers um at vera føroyingur í dag, sum hon sjálv hevði skrivað.
MC Restorff stuðlaði undir, at Sophilia brúkti høvið við at tulka "Føroyingar" í Hoydalar til at koma við einum lítlum uppsangi til føroyingar um at ásanna, at føroyingar er blivnir meira fjøltáttaðir.
Anna Lovisa, við tí einastandandi vøkru røddini, tulkaði "Summarið við tær", ið MC Restorff eigur orðini til, meðan tað er Regin Guttesen, sum hevur gjørt lagið. Eisini Anna Lovisa hevði verið djørv og broytt eina reglu í sanginum, har hon sang "eg hati teg" heldur enn "eg sakni teg".
Trúgv fylti nógv í fjórða parti av Hoydølum, og eyguni hjá MC Restorff og øðrum vóru ofta himmalvend.
Jóhanna, ið sjálv er trúgvandi, valdi at tulka sangin "Trúgv" hjá MC Restorff, sum hevur nógv at týða fyri hana. Framførslan var eisin tann, ið MC Restorff peikaði á sum hana, ið skaraði burturúr.
Takksemi var, eins og trúgv, eisini eitt afturvendandi evni saman við himmalvendu eygum. Her sendir MC Restorff hægri maktunum eina tøkk fyri eitt langt og litríkt lív.
|
|