
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annika var heima í Hoydølum, tá hon var stjørnan í síðsta parti av sendirøðini Hoydalar, sum Kringvarp Føroyar hevur framleitt saman við Per Zachariassen og Mariu Winther Olsen.
Annika hevði beiggjan Egil, ið er tann einasti av systkunum, ið enn er á lívi, við sær oman í Hoydalar.
Tað er eyðsæð, at Annika og Egil eru tøtt. Bæði hava tey búð alt vaksna lívið í Danmark.
Filip á Smið hevur bæði sungið og sjarmerað seg inn í hjørtunum hjá mongum føroyingum við sínum lívligu framførslum og jaligu tilgongd til lívið. Hann tulkaði "Í dans", ið Annika Hoydal gjørdi ódeyðiligan.
Nógv putur skal til, fyri at mótarbeiða sveittanum, ið kemur av nógvu lampunum í Auluni í Hoydølum. Og nógvar eru uppgávurnar, tí umframt at vera framleiðari og tilrættileggjari, so putrar Maria Winther Olsen eisini av og á.
Ikki ólukka í eyga, men putur í eyga hjá Filip.
Nógv orka verður løgd í at syrgja fyri, at bæði spírar og stjørnur hava tað gott í Hoydølum. Her eru tað Maria Winther Olsen og Finnur Koba, ið hava lagt familjurøðina til rættis, sum samskifta við Anniku Hoydal.
Orkubumban og stórsjarmørurin Filip hevði eina frálíka tulking av "Í dans".
Fokus, fokus, fokus.
Jóhanna legði lív og sál í sína tulking av sanginum "Farin" hjá Anniku og Gunnari Hoydal, sum tey bæði systkini skrivaðu til pápan, Karsten, tá hann andaðist. 14 ára gomul misti Jóhanna mammu sína, og tí góðu orðini hjá Gunnari Hoydal endurljóð í henni.
Annika Hoydal var eyðsæð rørd av framúrskarandi tulkingini hjá Jóhonnu av "Farin".
Eitt stórt klemm frá einari stjørnu til ein spíra. Spírarnir vóru eyðsæð stjørnuskotin í Anniku Hoydal.
Emma hevði fingið heiðurin at tulka størsta hittið hjá Anniku Hoydal, "Aldan", ið Annika skrivaði til og framførdi í sambandi við danska Melodi Grand Prix í 1979.
Tulkingin hjá Emmu var eins vøkur og pallsetingin av framførsluni.
Tað kemst ikki uttan um, at Emma er ein bæði eygagóð og sjarmerandi ung kvinna, ið hevur lætt við at tosa við fólk. Tað hava stjørnurnar eisini kent undir upptøkunum av Hoydølum.
Annika Hoydal var holl í ráðum til ungu spírarnar um, hvussu teir kunnu menna sínar framførslur.
Kappelmeistarin Kim hevur, fyri tað mesta, latið fingrarnar tala í Hoydølum.
Blusuta útgava av "Eitt kvøldið so síðla" hjá Onnu Lovisu hevði bæði karakter og kant og var sera sannførandi.
Pauli Reinert Petersen hevur ongantíð rist á hondunum í sambandi við framførslurnar í Hoydølum, og tað gjørdi sera dugnaligi gittarleikari heldur ikki, tá Annika Hoydal var gestur.
Anna Lovisa hevði álagt sær sjálvum at flyta seg meira runt í sínari framførslu av "Eitt kvøldið so síðla", har hon byrjaði sína framførslu millum hinar spírarnar.
Á ítróttarmáli er nakað, ið tey kalla kikka-burtur-fintan, har ein leikari hyggur ein veg, meðan hann spælir ella tveitir bóltin ein annan veg. Emma hyggur burtur, meðan Annika hyggur niður, hóast báðar eru greiðar yvir, at filmstólið er beint frammanfyri tær.
Bjarki tømir lunguni, meðan hann syngur "Nú liggur ein kavafonn". Tónleikur hjá Anniku hevur verið ein týðandi partur av uppvøkstrinum hjá Bjarka, tí hann hevur lurtað nógv eftir hennara barnaútgávum.
Nakrir troyttir spírar. Upptøkurnar við Anniku Hoydal vóru tær síðstu í longu røðini, og tað merktist á ungu fólkunum, ið høvdu verið á í fleiri vikur út í eitt.
Annika Hoydal, ið er vorðin fýrs ár, var vælvalda stjørnan í fimta og seinasta parti í Hoydalar-røðini.
Hoydalar kravdi nógv av bæði teimum frammanfyri og aftanfyri upptøkutólini, tí tikið bleiv upp langt út á kvøldarnar í fleiri vikur.
Vár Miðberg var ein klettur handan trummurnar í Hoydølum, har hon legði ein góðan og tungan botn hjá spírunum at standa á.
Sophilia hevði goymt ein trumf til síðsta part, tá hon framførdi ikoniska sangin "15 ár" hjá Harkaliðnum. Talan upprunaliga um sang hjá franska, danska og enska bólkinum Cy, Maia & Robert frá 1967, sum Gunnar Hoydal setti orð til í samband við eina studentakabarett.
Sophilia hevði sett sær fyri at sannføra Anniku Hoydal, og tað gjørdi hon so sanniliga eisini við einari fullkomnari framførslu, ið osaði av palltilviti og stórum talenti.
Har var eingin ivi um, hvat Annika Hoydal helt um tulkingina hjá Sophiliu av "15 ár".
Allur pallur var í brúk, og tað var Sophilia, øll sum hon var, eisini.
Heita klemmið bar vitnisburð um, at framførslan var góðtikin. Annika Hoydal endaði eisini við at peika júst á framførsluna av "15 ár" hjá Sophiliu sum hana, ið gjørdi størst inntrykk.
Tað bleiv gingið Anniku Hoydal til handar upp á allar hugsandi mátar, fyri at tryggja, at hon hevði tað gott og kendi seg trygga at luttaka í Hoydølum.
|
|