- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Pressarin var pressaður á Sørvágsfirði
Um hálvgum tólv-tíðina í gjárkvøldið sigldi sleipibáturin hjá skipasmiðjuni Mest, Pressarin, á Skerhólm í Sørvágsfirði, og sendi út neyðarkall
MRCC hoyrdi neyðarkallið, og royndi at seta seg í samband við Pressaran, men har var einki svar, - helst tí menninir báðir umborð høvdu ovmikið at gera at halda bátin lens, tí hann lak illa.
Manningin umborð á Pressaranum hevði boðað løgregluni frá, sum síðani hevði sent boðini til MRCC, ið síðani sendi tyrluna hjá Atlantsflogi á staðið.
Minni báturin hjá Sørvágs bjargingarfelag, Rescue Ivan, var eisini sendur á staðið. Rescue Sverri er ikki tøkur í løtuni. Og alibáturin hjá Luna, Tvørfelli, kom eisini til hjálpar. Tyrlan setti ein mann við tveimum pumpum umborð á Pressaran at halda bátin flótandi, meðan báturin var sleipaður til Sørvágs.
Báturin var í morgun tikin upp á kajina í Sørvági.
|
|






















