- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Gentuorka gjørdi sína innrás í Sement
Einstaklingurin Gudny byrjaði kvøldið, við róligum singer/songwriter tónleiki og persónligum tekstum.
Næst á skránni var bólkurin Lazarus, ið er ein nýggjur fusiónsbólkur, sum blandar ymsar tónleikastílar saman. Sjálvir kalla teir tað stinkandi-fusión.
Feitt hár og nógv sjálvsálit eyðkendi Lazarus, ið gjørdi gjørdi eitt gott inntrykk, ikki minst bassleikarin í bólkinum.
Alto, ið er annar bólkurin ið kom víðari til finaluna, fekk áskoðarafjøldina við, so skjótt teir trinu út á pallin.
Sangarin í Alto, Jónas Vesturklett, takkaði fyri stuðulin frá áskoðarafjøldini.
Millum áskoðarnar sótu errin foreldur og stuðlaðu.
Broken Signal spældu siðbundnan tungmálmstónleik, og hóast teir megnaðu at fáa áskoðarar at headbanga saman við teimum, eydnaðist tað teimum ikki at koma víðari í hesum umfarinum.
Bodil, ið vanliga syngur í samkomuni, framførdi egin og persónlig løg. Við nærlagni sang hon rørandi sangir um ommu sína og trúgv.
Bjartur Sigmundarson, reportari fyri Kringvarpið, gjørdi samrøðu við Alto, ið stóðu handan barrina í backstage økinum.
Magnus King er vorðin fastur táttur til Sement, so í ár trein hann sjálvsagt eisini á pallin í Reinsaríinum.
Gaia er kvinnaður av ikki minni enn níggju ungum kvinnum. Hóast hetta bert var aðru ferð tær hava framført saman, spældu tær seg beint í finaluna.
Stílurin hjá Gaia er eitt slag av fólka-popptónleiki, ið sannførdi bæði áskoðarar og dómarar.
Endabrestin átti grunge-rokk bólkurin Cork.
Djørv og sjálvsikkur fingu tey áskoðarnar at klappa, við sínum politisku boðskapum, eitt nú um ein ávísan, núverandi, amerikanskan forseta.
Meðan dómararnir mettu um hvør skuldi víðari til finaluna úr øðrum umfari av Sementi, gjørdi ein spentur Bjartur Sigmundarson samrøður uttanfyri Reinsaríið.
Ein sera fegin og ovfarin manning úr Alto, júst tá tað varð kunngjørt, at bólkurin kom víðari til finaluna.
Eins og fegin var kvinningin úr Gaia, um at koma víðari til finaluna.
|
|


































