Dagur & Vika

Búskaparráðið: alt lítið spart saman til pensjónir
07-09-2013

Búskaparráðið stúrir fyri skeivu fólkasamansetingini, og teimum avleiðingum, ið vaksandi talið av eldri fólki fer at hava á búskapin.

M.a. er støðan tann, at pensjónssamansparingin í Føroyum er nógv lægri enn í grannalondum okkara, og tí verður tað landskassin, sum má gjalda pensjónirnar. Men gjalda - við hvørjum - tá skattainntøkurnar minka, tí færri vera á arbeiðsmarknaðinum?

Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, er gestur hjá Boga Godtfred í sjónvarpsstovuni.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

04-08-2026
31-07-2026
24-07-2026
21-07-2026
21-07-2026
17-07-2026
14-07-2026
10-07-2026
03-07-2026
30-06-2026