Dagur & Vika

Órógv í Sambandsflokkinum
30-10-2013
Sambandsflokkurin umrøddi fleiri mál, m.a. handfaringina hjá løgmanni av Skálafjarðartunlinum. Kaj Leo Holm Johannesen var ikki við, tí hann er á fundi í Norðurlandaráðnum

Ting- og landsstýrismanningin hjá Sambandsflokkinum hevur sitið á fundi á Gamla Apoteki seinnapartin.

Til umrøðu vóru nógv ymisk mál - teirra millum eisini handfaring løgmans av málinum um Skálafjarðartunnilin.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, var ikki við á fundinum, tí hann er á Norðurlandaráðsfundi í Oslo.

Kringvarpið var eisini til staðar á Gamla apoteki har vit royndu at fáa viðmerkingar frá Sambandsfólki.

Og tað gekk ikki altíð líka væl.

 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

18-09-2026
17-09-2026
15-09-2026
11-09-2026
10-09-2026
08-09-2026
04-09-2026
03-09-2026
01-09-2026