Dagur & Vika

Løgmaður vil ikki svara í CIP-málinum
27-11-2013
Í gjár svaraði Kaj Leo Holm Johannesen skrivligum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss í tinginum, men tingkvinnan helt seg ikki fáa nóg gott svar

Nú kanningarstjóri er settur at kanna tunnilsmálið, vil løgmaður ikki svara miðlunum uppá spurningar um tunnilsmálið.

Í gjár skuldi løgmaður svara í løgtinginum, men spyrjarin, Kristina Háfoss, helt ikki, løgmaður svaraði øllum spurningunum, hon setti.

Løgmaður vildi ikki svara, um hann hevði givið munnligt samtykki til, at ein endurgjaldsavtala bleiv gjørd við CIP. Hann vildi heldur ikki svara, nær hann fekk at vita, um lemjandi atfinningarnar úr Innlendismálaráðnum av uppskotinum um Skálafjarðartunnilin.

 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

05-12-2025
04-12-2025
02-12-2025
28-11-2025
27-11-2025
25-11-2025
21-11-2025
20-11-2025
18-11-2025