Dagur & Vika

Vita lítið um nýggju pensjónsskipanina
02-01-2014
Gallup hevur gjørt spurnarkanning fyri Javnstøðunevndina

Fólk vita lítið um nýggju pensjónsskipanina, sum kom í gildi á nýggjárinum. Tað staðfestir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina.

Tilsamans 524 fólk eru spurd, hvussu nógv tey vita um nýggju pensjónsskipanina. Tey skuldu svara frá 1 til 7, har 1 er lítið og 7 nógv.

Kanningin vísir at tey, sum vita mest - bólkurin millum 40 og 49 ár - koma eitt vet upp um trý. Annars liggja allir hinir aldursbólkarnir niðanfyri, eisini tey, sum eru eldri enn 60 ár, og sum skjótt røkka pensjónsaldri.

Sí innslag í Degi&Viku og samrøðu við Katrina Kallsberg, forkvinnu í Javnstøðunevndini, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

04-08-2026
31-07-2026
24-07-2026
21-07-2026
21-07-2026
17-07-2026
14-07-2026
10-07-2026
03-07-2026
30-06-2026