Skiljirist ger mun

Skiljirist ger mun
 Royndir eru gjørdar við skiljirist í trolinum, og hon ger mun, tí hon skilir smáa upsan frá
grafikkur: Jenny Svabo
Tað hevur darvað upsaveiðini hjá partrolarunum, at so nógvur ungfiskur er uppi í veiðini
18.02.2014 - 13:05

Í mestsum øllum fiskiskapi er ungfiskur størri ella minni partur av veiðuni.

Tað hevur darvað upsaveiðini hjá partrolarunum, haraftrat eru fleiri leiðir eru stongdar, tí so nógvur smáur upsi er.

Men nú eru royndir gjørdar við skiljirist í trolinum, og hon ger mun, tí hon skilir smáa upsan frá. Og tað kann gera, at stongdar leiðir verða latnar uppaftur ávísar tíðir á árinum.

Frágreiðingin um royndirnar verður liðugt í seinnu helvt av marsmánaði.

 Upsin verður fingin til høldar                                                                                                            foto: Óli Horn/Vónin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775