- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlýsa kjak um røktarstøði
Tað luktar av landi, tey bíða eftir at sleppa upp um morgnarnar og tað er skitið.
- Spyrt tú Almannaráðið um, hvat støðið skal vera, so vita tey tað ikki, sigur Betzy Ludvig, nevndarlimur í Tign.
Avvarðandi hjá búfolkum á ellis- og røktarheimum ringja javnan til eldrafelagið Tign og kæra sína neyð. Eldrafelagið Tign setur spurnartekin við sparingarnar innan eldraøkið, - eisini tær, sum skulu fremjast á Hamragarði í Vági.
Tign vil ikki taka støðu til, hvør sparing er betri enn onnur, men sparingarnar eru burturvið. Javnan ringja avvarðandi hjá búfólkum á sambýlum, ellis og røktarheimum til felagið og kæra sína neyð.
Tvær eykajáttanir eru komnar til eldraøkið, men tær muna einki, sigur Betzy Ludvig.


















