Gylta Gullið

Gylta gullið (3:5)
26-09-2026
Føroysk sending

Í 3. Parti eru vit norðan fyri Føroyar, í norskum og íslendskum sjógvi á silda- og lodnuveiðu við Krúnborg 2001. Ejler Jacobsen sáli,  sigur frá sínari spennandi og slógbrótandi tíð í uppisjóvarvinnuni. 
Beinta H. Jacobsen sigur frá hvussu tað var at vera skipara- og reiðarakona. Vit møta Tummas Thomsen úr Gøtu, sum byrjaði síðst í 60-unum í uppisjóvarvinnuni.  Hann fór longu tá, at fylgja hesu vinnu við filmstólinum. 
Henrik Old sigur frá, tá hann byrjaði í hesu vinnu í 1967 og hansara 35 árum á sjónum – tey flestu sum skipari.

Lagt til rættis: Zacharias Hammer

Gylta Gullið

Ein lýsing av føroysku uppsjóvarvinnuni í fimm pørtum, har skift verður millum nóta- og trolveiðina í dag og brot úr søguni hjá hesi vinnu. 
Í røðini verða styttri og longri brot úr føroysku uppisjóvarvinnuni lýst heilt frá byrjanini fyrst í fimti árunum og heilt fram til dagin í dag.

Við livandi frásøgnum , hendingum, gomlum filmsbrotum, myndum og eini rúgvu av góðum filmsupptøkum seinastu 15 – 20 árini.
Vit eru við úti á fiskifeltinum, har flestu samrøðurnar verða gjørdar.

Føroysk sending
07-10-2026
Føroysk sending
30-09-2026
Føroysk sending
26-09-2026
16-09-2026
09-09-2026