Gylta Gullið

Gylta gullið (2:5)
16-09-2026

Í øðrum parti eru vit umborð á nýggju Norðborg.  Jón Rasmussen, er skipari. Christian Martin Rasmussen greiðir frá, hvussu alt vendist, tá sildin kom aftur fyrst í 90-unum, Tá vóru teir nærmast farnir á húsagang eins og onnur reiðarí í uppsjóvarvinnuni. Christian í Grótinum varð bygdur í Chili í 1998. Seinni keyptu teir framleiðsluskip og fyri 5 árum síðani bygdu teir hetta sera framkomna framleiðslu- og fiskiskipið, Norðborg. Vit fylgja framkomnu framleiðsluni umborð, har alt verður gagnnýtt, einki fer útaftur. Ein ótrúlig broyting hesi seinastu 50 árini í okkara nóta- og trolveiðu eftir uppsjóvarfiski.

Lagt til rættis: Zacharias Hammer
 

Gylta Gullið

Ein lýsing av føroysku uppsjóvarvinnuni í fimm pørtum, har skift verður millum nóta- og trolveiðina í dag og brot úr søguni hjá hesi vinnu. 
Í røðini verða styttri og longri brot úr føroysku uppisjóvarvinnuni lýst heilt frá byrjanini fyrst í fimti árunum og heilt fram til dagin í dag.

Við livandi frásøgnum , hendingum, gomlum filmsbrotum, myndum og eini rúgvu av góðum filmsupptøkum seinastu 15 – 20 árini.
Vit eru við úti á fiskifeltinum, har flestu samrøðurnar verða gjørdar.

Føroysk sending
07-10-2026
Føroysk sending
30-09-2026
Føroysk sending
26-09-2026
16-09-2026
09-09-2026