Bjørn Kalsø ger eina roynd aftrat á miðlaøkinum

Bjørn Kalsø ger eina roynd aftrat á miðlaøkinum
Landsstýrismaðurin í mentamálum viðgongur, at støðan hjá privatu miðlunum er ikki góð
27.06.2014 - 10:06

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar at gera eina roynd aftrat fáa politiska semju á miðlaøkinum, sum kann tryggja fíggjarliga grundarlagið bæði hjá amenna kringvarpinum og privatu miðlunum.

Tað upplýsti hann í Degi og Viku í gjárkvøldið. 

Tað hevur gingið aftur á hondina í føroysku miðlunum seinastu árini, og størvini eru minkað niður í helvt.

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt eitt uppskot um, at Kringvarpið skal missa lýsingarinntøkurnar, sum privatu miðlarnir einsamallir skulu fáa. Afturfyri skal meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum takast av, og peningurin, sum tá verður tøkur, skal býtast millum Krinvarpið og tey, sum rinda kringvarpsgjald. so gjaldið kann lækka. 

Higartil hevur Bjørn Kalsø ikki fingið undirøku fyri hesi ætlan í samgonguni, men hann ætlar at gera eina roynd at aftrat.

Bjørn Kalsø var gestur í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290