Jacob Vestergaard um strandalandasamráðingar

Jacob Vestergaard um strandalandasamráðingar
Landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum verður gestur í Degi og Viku í kvøld
01.07.2014 - 14:31

Føroyar og ES eru so dánt vorðin samd um sildabýtið, men nú fer ES eftir øllum at døma at krevja meiri í sín part, tá strandalondini fara at samráðast um svartkjaft í heyst.

Noreg tekur ikki treytaleyst undir vi tí. ES heldur eisini, at Ísland fær ov nógv í sín part. 

Tí er lagt upp til enn eitt stríð millum strandalondini.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er gestur í sjónvarpsstovuni í kvøld. Hann verður m.a. spurdur um áhaldandi ósemjurnar, og hvussu vísindini verða brúkt og misbrúkt í slíkum førum.  

Sí samrøðuna við landsstýrismannin her.

 

Mynd: Uni Holm Johannesen hevur samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum um strandalandasamráðingarnar, sum verður send í Degi og Viku í kvøld. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514