Video: Kanningarlið komið til Hvalbiar

Video: Kanningarlið komið til Hvalbiar
Í gjár fór serliga kanningarliðið hjá løgregluni til verka at kanna deyðsfallið í Hvalba leygarnáttina
Mathias Dimon Næs
11.08.2014 - 11:16

Danska ríkisløgreglan hevur sent tvey starvsfólk hjá Ferðaliðnum, tvey starvsfólk frá Kriminal Teknisk Center og ein hundaførara úr Nordsjællands Politi at hjálpa føroysku løgregluni í kanningararbeiðinum.

Varðhaldsfongslaður

Politiið fekk fráboðanina um hendingina klokkan eitt korter til tólv leygardagin, og tá politiið kom á staðið, varð staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður.

Ein 23 ára gamal maður varð í grundlógarvhoyring í Føroya rætti í gjár skuldsettur fyri manndráp við at hava stungið tann deyða mannin tríggir ferðir í hálsin við knívi. Hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Myndir: Mathias Dimon Næs

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846