Stúra fyri einum nýggjum køldum kríggi

Stúra fyri einum nýggjum køldum kríggi
Uttanríkismálaráðharrar úr øllum Europa hittust í Milano í dag at umrøða kreppuna í Ukraina og russisku innrásina
30.08.2014 - 15:06

ES umhugsar at herða tiltøkini móti Russlandi, nú tað er staðfest, at russar hava gjørt innrás í Ukraina. Tað er váttað, at russar bæði hava veitt russiskt sinnaðum uppreistrarfólkum vápn og venjing, og at russisk herlið eru i Ukraina. Russland vil tó ikki viðganga tað.

Uttanríkismálaráðharrar úr øllum Europa hittust í Milano í dag og stjórnarleiðarar hittast í dag í Brússel. Bæði Europanevndarformaðurin, Manuel Barroso, og ukrainski forsætismálaráðharrin Petro Poroshenko, úttalaðu seg alment aftaná fund í dag um støðuna. Tíðindafundurin sæst, (uttan tekst) omanfyri. Nato almannakunngjørdi í gjár myndir, tiknar av fylgisveinum, sum vísa røðir av russiskum hermonnum í Ukraina. Ótti er fyri, at politiska støðutakanin í Russlandi kann fáa ógvusligar politiskar avleiðingar og byrja eitt nýtt kalt kríggj millum vesturheimin og Russland.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444