- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingsval
Fólkatingsval 2015
18-06-2015
Útvarp og sjónvarp senda saman valkvøldið. Í sjónvarpsstovuni fylgja vertir og viðmerkjari við føroyska og danska valinum.
Í kringvarpshøllini eru politikarar og aðrir gestir staddir, teir gera viðmerkingar bæði til útvarp og sjónvarp. Vit hava eisini fólk kring landið, sum fylgja við gongdini har.
Alt kvøldið er eitt langt valkvøld og vit seta ikki punktum, fyrr enn endaligu úrslitini eru komin í hús.

Fólkatingsval
Valkvøldið fylgja vit við í sjónvarpsstovuni, har vertir og viðmerkjara fylgja valinum. Vit fara eisini at gera innsløg kring landið. Vit halda á, til valúrslitið fyriliggur.


