Kommunan eigur at kanna aðrar møguleikar

Kommunan eigur at kanna aðrar møguleikar
Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur, at Tórshavnar kommuna eigur at hugsa seg væl um, áðrenn farið verður undir at útbyggja havnarlagið
01.10.2015 - 20:32

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur einki ímóti, at ein bingjuhavn verður bygd í Havn, men kommunan eigur at vera varin og hugsa seg væl um, áðrenn farið verður undir at útbyggja havnalagið.

Hon heldur, at kommunan eigur at hyggja at øðrum møguleikum enn at læsa seg fasta í ætlanini at byggja uttan fyri Skansan.

Rigmor Dam viðgongur, at Mentamálaráðið fær ikki steðgað kommununi, tí hon eigur ikki økið uttan um Skansan.

Landsstýriskvinnan var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334