Viðmerkjari: Ryggleyst at rýma av landinum

Viðmerkjari: Ryggleyst at rýma av landinum
Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, gjørdi viðmerkingar til málið um, at Heðin Mortensen rýmdi av landinum undan hjúnabandslógini
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
12.05.2016 - 20:48

- Tað er ikki ein demokratiskur trupulleiki, at ein politikari roynir at sleppa sær undan at atkvøða í einum viðkvomum máli, tí fólkið hevur valt politikaran. Men tað er ryggleyst.

Tað heldur Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum gjørdi viðmerkingar til málið um, at Heðin Mortensen rýmdi av landinum, so hann slapp undan at atkvøða um hjúnabandslógina við 3. viðgerð.

Georg L. Petersen sigur, at hevði Heðin Mortensen verið í tinginum og atkvøtt ímóti lógini, hevði samgongan fallið. Og so var trupulleikin uppaftur størri.

 

Georg L. Petersen var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844