Teldupostarnir hjá Eik eru horvnir

Teldupostarnir hjá Eik eru horvnir
Ein nýggj teldupostadressa kann vera orsøkin til, at bankin ikki hevur atgongd til tilfar, sum var sent bankanum um skattaviðurskiftini hjá Eik
02.06.2016 - 19:37

"Eik Banki vil við hesum staðiliga afturvísa øllum ákærum mótvegis bankanum og leiðslu bankans".

Hesi boðini sendi Eik almenninginum seinasta mikudag, dagin eftir at Kringvarpið sendi sendingina "Skattamálið".

Í sendingini var eitt nú víst á eitt skriv frá fyrrverandi stjóranum í Eik, Jørn Astrup Hansen, frá februar 2011, har stjórin útgreinaði skattligu viðurskiftini hjá bankanum. Niðurstøðan í skrivinum var greið: Eik hevði ikki rætt til nakran skattafrádrátt fyri niðurskrivingarnar av ognunum, sum Eik yvirtók frá gamla Eik. 

Hetta er júst tað, sum Eik hevur gjørt í skattamálinum - bankin hevur sostatt gingið beint móti tí, sum fyrsta leiðslan fyri bankan samtykti.

 

Kendust ikki við skjalið

Men í skrivinum, sum Eik sendi til almenningin í farnu viku, kennist Eik ikki við skjalið, sum undanfarni Eik-stjórin skrivaði um skattligu viðurskiftini hjá bankanum.

"Bankin kennir einki til skrivið frá Jørn Astrup Hansen. Tað liggur ikki i nakrari skjalagoymslu i bankanum", boðaði Eik frá.

Kringvarpið hevur tó fingið at vita, at skjalið var sent nevndarformanninum í Eik minst tvær ferðir. Fyrstu ferð skjalið var sent honum var 19. mai 2011. Tað vil siga, stutt eftir at nýggj leiðslan var komin til í bankanum eftir, at TF Holding hevði keypt meirlutan í bankanum. Tá var skjalið sent til nevndarformannin, sum ein vanlig kunning.

Eik skrivar til Kringvarpið, at tað ber ikki til at afturvísa, at tilfarið var sent nevndarformanninum. Men tíverri so liggur tað á gomlu teldupostadressuni. 

Eik skrivar, at tilfar hjá hjá bankanum eigur at goymast á skjalagoymsluni hjá bankanum. Ábyrdina í hesum førinum eigur táverandi stjórin Jørn Astrup Hansen, skrivar Eik. Tískil heldur bankin ikki, at hann hevur ábyrdina av, at nevndarformaðurin ikki hevur atgongd til teldupostar frá 2011 og 13.  

Eik skrivar: "Tískil eigur spurningurin at vera vendur um: er tað nóg gott, tá táverandi stjórin í bankanum (Jørn Astrup Hansen) ikki goymir og skrásetir eitt skjal, ið hann sjálvur metir er av stórum týdningi fyri bankan? Svarið er sjálvsagt nei."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025