Uttanríkisráðharrin: Karmarnir verða ikki broyttir

Uttanríkisráðharrin: Karmarnir verða ikki broyttir
Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, hevur somu støðu sum undanfarnu uttanríkisráðharrarnir í Danmark til sjálvstøðugan føroysk limaskap í t.d. WTO
05.01.2017 - 20:36

Skulu Føroyar hava ein virknari leiklut í altjóða viðurskiftum, skal vera innan fyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur nýggi danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, sum er á vitjan í Føroyum.

Sostatt hevur hann somu støðu sum undanfarnir uttanríkisráðharrar í Danmark til spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í eitt nú WTO og Norðurlandaráðnum.

Anders Samuelsen sigur, at hann ætlar at koma aftur til Føroya seinni í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328