Vónar at uppskotið fær meira enn 17 atkvøður

bannari
Vónar at uppskotið fær meira enn 17 atkvøður
Hóast nýggja fiskivinnunýskipanin verður samtykt við teprum meiriluta, fer hon at galda í mong ár, sigur løgmaður
28.02.2017 - 20:41

Seinni í vikuni verður aftur samgongufundur um endaliga uppskotið um fiskivinnunýskipan, sum samgonguflokkarnir fara at bera í tingið mánadagin.

Hóast tað ikki eydnaðst at fáa eina semju við Sambandsflokkin, hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, vónir um, at fleiri enn 17 atkvøður verða fyri uppskotinum hjá samgonguni.

Hann sigur, at hóast lógin verður samtykt við teprum meiriluta, fer nýggja fiskivinnuskipanin at vera í gildi í mong ár.

Løgmaður vísir aftur,  at politiska handalagið í samgonguni er vánaligt, nú tað er greitt, at tað helst koma fleiri uppskot um nýggja fiskivinnunýskipan - frá samgonguni, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.

Aksel V. Johannesen var gestur í Degi og Viku í kvøld. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329