Hanna ivast í nýskipanaruppskotinum

Hanna ivast í nýskipanaruppskotinum
Enn ein samgongulimur ger nú vart við sína misnøgd um uppskotið til fiskivinnunýskipan
04.04.2017 - 20:05

Javnaðarmenninir, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, eru ikki teir einastu samgongulimirnir, sum eru ímóti uppskotinum um nýggja fiskivinnunýskipan, soleiðis sum tað sær út í løtuni.

Hanna Jensen, tingkvinna í Framsókn, er eisini misnøgd um fleiri tættir í uppskotinum.

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at tað er óheppið, at einstøk tingfólk viðmerkja uppskotið, áðrenn tað er liðugt viðgjørt.

Hann sigur, at floksformenninir í samgonguni arbeiða í hesum døgum við at orða uppskotið soleiðis, at øll í samgonguni kunnu taka undir við tí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334