Sterk kynsmentan

Sterk kynsmentan
Utbúgvingarvalið hjá ungum føroyingum er sera kynsbýtt. Tað hevur avleiðingar fyri arbeiðsmarknaðin, sigur Erika Hayfield, granskari á Setrinum
Savnsmynd
Kynsmentanin er sterk í Føroyum. Tað sæst aftur á arbeiðsmarknaðinum
14.08.2017 - 19:29

Hyggja vit at, hvussu tey ungu velja útbúgving í dag, so sær út til at arbeiðsmarknaðurin verður kynsbýttur nakað inn í framtíðina.

Á sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði er stórt yvirtal av kvinnum, meðan mest sum bara menn gerast skipsførarar og maskinmeistarar, og hevur sostatt stóra ávirkan á okkara arbeiðsmarknað.

Børnini uppliva eisini kynsleiklutirnar, og vaksa upp við eini ávísari fatan av, hvat er mannfólka- og hvat er konufólkaarbeiði.

Tað merkir, at útboðið av møguleikum til kynini verður avmarkað og siðbundna kynsmentanin ikki broytist stórvegis.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334