Ov dýrt at keypa dygdarvín

Ov dýrt at keypa dygdarvín
Prísásetingin hjá Rúsdrekkasøluni ger, at tað er ov dýrt at keypa dygdarvín, heldur Leif Sørensen, kokkur og matstovueigari.
Kenneth Jørgensen
- Príspolitikkurin hjá Rúsdrekkasøluni venur føroyingar við at drekka vánalig vín, heldur Leif Sørensen, kokkur og matstovueigari.
06.02.2018 - 09:00

Kendi føroyski kokkurin, Leif Sørensen, er í holt við at lata upp eina nýggja matstovu í Skeiva pakkhúsi í Havn. 

Hann vil gjarna bjóða gestunum dygdarvín, men hetta spennir príspolitikkurin hjá Rúsdrekkasølu Landsins bein fyri. 

Prísásetingin ger, at vínið blívur lutfalsliga nógv dýrari, tí Rúsan leggur 21 prosent av innskeypsprísinum oman hvørja fløsku. 

- Dýrari vínið er at keypa inn, meira kemur oman á prísin í Føroyum. Hesin príspolitikkurin ger, at vit venja fólk við at drekka vánaligt vín í Føroyum, heldur Leif Sørensen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040