Deyður alilaksur flýtur í ánni

Deyður alilaksur flýtur í ánni
Hetta er tíðin, tá villlaksur fer at gýta, men í Leynará er næstan bara alilaksur at síggja, umframt at nógvur deyður fiskur flýtur í ánni.
27.08.2018 - 19:58

Síðani 2011 hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrásett 21 tilburðir, har alilaksur er sloppin - ella at illgruni hevur verið um tað.

Í fjør var illgruni um tríggjar hendingar. Í einum føri sluppu 109.000 alifiskar.

Nú rópar sílafiskari varskó.

Latin djóralækna

Deyður fiskur úr Leyná er latin djóralækna. Hesin hevur staðfest, at talan er um alilaks og hevur tikið royndir av honum, sum nú verða kannaðar nærri.

Sjónvarpið royndi eisini at fáa orðið á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur í henni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541