Hóskandi heim søkist...

Hóskandi heim søkist...
14-03-2019

Bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, men ongin veit við vissu, hvussu stórur tørvurin er. Á Bústøðum siga tey, at Føroyar eiga at hava millum 2. og 4.000 leiguíbúðir, men talið í dag er niðan fyri 1.000.

Annika Djurhuus úr Hvalvík og Sarita Danielsen úr Fuglafirði eru báðar stakar við tveimum børnum, og lítlu familjurnar hava tak yvir høvdið í avmarkaða tíð.

Útleigarar merkja eisini, hvussu stór neyðin at finna leigubústaðir er millum fólk, og samstundis eru sethúsaprísirnir so høgir, at mong als ikki kunnu fáa lán.

Solby Christiansdóttir og Hans Petur Hansen hava lagt tilrættis.

Hóskandi heim søkist...

Ein sending um bústaðartrotið í føroyska samfelagnum.