Vænta 500 mió. kr. í avlopi næsta ár

Vænta 500 mió. kr. í avlopi næsta ár
Fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í dag
29.03.2019 - 20:39

At búskaparligu tíðirnar eru góðar sæst aftur í uppskotinum um fíggjarkarmar, og samgongan væntar, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava eina hálva milliard í avlopi.

Andstøðutingmenn siga, at tølini, sum eru løgd fram, er ivasom. Teir vísa á, at meirútreiðslur eru longu staðfestar, hóast minni enn ein ársfjórðingur er farin av árinum.

Kristina Háfoss, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, vísir atfinningunum frá andstøðuni aftur. Hon sigur, at í næsta valskeiði fer Tjóðveldi at leggja dent á at minka ríkisveitingina.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952