Nólsoyingar undrast á ferðaseðlaprísin

Nólsoyingar undrast á ferðaseðlaprísin
Teir mæla til, at Strandferðslan og Tórshavnar kommuna finna semju um vørugjaldið, so nólsoyingar sleppa undan rokningini
21.06.2019 - 20:23

Nólsoyingar undrast á, at ferðaseðlaprísurin til Nólsoyar hækkar lutfalsliga nógv, meðan tað verður ókeypis at sigla til aðrar oyggjar.

Teir mæla til, at Strandferðslan og Tórshavnar kommuna finna semju um vørugjaldið, so tað ikki verður fólkið í oynni, sum rindar rokningina.

Annika Olsen, borgarstjóri, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at avtalan um vørugjaldið varð endurnýggjað, meðan Heðin Mortensen var borgarstjóri.

Nú er hann landsstýrismaður í samferðslumálum.

Annika Olsen sigur, at málið snýr seg ikki um vørugjald, men at landið setur nóg mikið av til raksturin av Strandferðsluni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334