Árant og Adhya fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum

bannari
Árant og Adhya fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum
Badmintonleikarnir, Árant á Mýrini og Adhya Nandi, eru við fyri fyrstu ferð. Tey ætla at kappast millum tey bestu
06.07.2019 - 15:04

Í nýggju stásiligu høllini í Gibraltar leggja badmintonleikarnir seinastu hond á fyrireikingarnar áðrenn liðkappingin byrjar í morgin.

 

Vil verða millum tær bestu

Vónirnar undan kappingini eru góðar. Tvey av stjørnuskotunum hjá føroyska liðnum eru Árant á Mýrini og Adhya Nandi, og tey ætla kappast millum tey bestu.

Adhya var fyrr í ár í FM finaluni, har hon tapti fyri Rannvá D. Carlsson. Hon vónar, at hon koma millum tær bestu.

 

Satsar uppá hálvfinalu

Árant hevur eisini góðar vónir til kappingina. Hóast hann er greiður yvir, at Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy eru millum teir bestu, so vónar hann at kunna arga teir eitt sindur og møguliga náa einari hálvfinalu.

Byrja í morgin

Sunnudagin klokkan 8.30 byrjar liðkappingin hjá badmintonleikarunum. Kappingin fyri einstaklingar byrjar týsdagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221