Fólkatingsmaður: Løgreglan skal hava hagtalsskipan

Fólkatingsmaður: Løgreglan skal hava hagtalsskipan
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, heldur, at løgreglan í Føroyum er afturúrsigld
22.01.2020 - 11:16

Løgreglan í Føroyum eigur at hava hagtalsskipanir, sum staðfesta, hvussu ofta fólk bíða  eftir løgregluni.

Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum hevur reist málið á fólkatingi. 

– Vit vita ikki, hvussu leingi tað í roynd og veru tekur løgregluni at at koma fram, tá ið boð eru eftir teimum. Og tað er ikki nóg gott, heldur Edmund Joensen.

Hann hevur sett danska løgmálaráðharranum spurningar um løgreglan í Føroyum, nú samráðingar eru byrjaðar í danska fólkatinginum um nýggja semju um løgregluna.

Edmund Joensen heldur, at løgreglan í Føroyum er afturúrsigld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025