Vit koma ofta í aðru røð

Vit koma ofta í aðru røð
Tað var ikki nóg gott, at Almannamálaráðið ikki var umboðað til tíðindafundin í Tinganesi hósdagin, sigur stjórin í Almannaverkinum
13.03.2020 - 20:03

Tað var ikki nóg gott, at Almannamálaráðið ikki var umboðað til tíðindafundin í Tinganesi, tá ið landsstýrið greiddi frá tiltøkum í sambandi við corona smittuna. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Stjórin í Almannaverkinum sigur, at fyri brúkararnir hjá Almannaverkinum er vantandi kunningin frá politiska myndugleikanum um støðuna hjá teimum, við til at skapa ørkymlan um, hvat nú skal henda.

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna sigur í stuttari viðmerking, at almannaøkið sjálvandi átti at verið betur umrøtt á tíðindafundinum, og serstakliga umstøðurnar í Trivnaðardeplinum, sum varðar av bú- og virknistilboðum til fólk við breki.

 Landsstýriskvinnan heldur tó, at Almannaverkið hevur megnað væl at kunnað um, hvørji tiltøk eru sett í verk, og hvat fer at henda á økinum komandi vikurnar á fleiri ymiskum miðlapallum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542