Korona merkist í Sandoynni

bannari
Korona merkist í Sandoynni
Bæði umborð á Teistanum og í Sandoynni hugsa fólk nógv um koronasmittuna
Umborð á Teistanum
20.03.2020 - 19:51

Nú koronasmittan herjar í Føroyum, hava Strandfaraskip Landsins sett trygdarátøk í verk umborð á Teistanum. Hetta er fyri at verja bæði ferðafólk og manning, og fyri at tryggja siglingina um skopunarfjørð um nú korona kemur á gátt her heima.
Ferðaætlanin hjá Teistanum er skerd, fyribils fram til 30. mars. Væntandi verður hetta longt til eftir páskir, sambært Bárði á Steig, Løgmanni, á tíðindafundinum fyrr í dag. Sum nakað nýtt, kunnu ferðafólkini nú vera sitandi í bilinum, og annars skulu tey halda seg í bakborðssíðuni á skipinum. Manningin heldur seg í stýriborðssíðuni.

Fólki í Sandoynni merkja avleiðingarnar av skerdu ferðaætlanina. Eisini hugsa tey nógv um koronasmittuna og fylgirnar av henni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373