Slóðarar

Slóðarar - Karolina Petersen (6:7)
22-05-2006
Sending frá 2006

Tuberklarnir forðaðu fyri, at hon fekk sína dreymaútbúgving sum lækni. Kortini hevur hon brúkt alt sítt lív til at hjálpa og stuðla teimum sjúku og veiku í samfelagnum - við ikki minst egnu royndum sínum á hesum øki sum drívkraft.

Vit kenna hana sum ótroyttiligu fyristøðukvinnuna á ALV-skúlanum við Áir, Vistarheimunum í Havn og Runavík og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, sum hon eisini var stigtakari til.

Tað var eisini henni fyri at takka, at tilkalliskipan fyri heimabúgvandi eldri í síni tíð fekst í lag, eins og hon slóðaði fyri at tryggja heilsubrekaðum starv á frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya, tá tað varð sett á stovn.

Sum landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum í 1988 eydnaðist henni eisini - hóast stuttu tíðina í sessinum - at seta spor eftir seg á hesum báðum økjum.

Lagt til rættis: Leivur Hansen.

Slóðarar

Sendirøð í sjey pørtum frá 2006. Leivur Hansen legði til rættis.

Sending frá 2006
27-05-2006
Sending frá 2006
22-05-2006
Sending frá 2006
13-05-2006
Sending frá 2006
07-05-2006
Sending frá 2006
23-04-2006
Sending frá 2006
20-04-2006
Sending frá 2006
07-04-2006